Fuglafjarðar Bókasavn
 
VÆLKOMIN
Upp- og afturlatingartíðir
Upp- og afturlatingartíðir

Mánadag til fríggjadag

kl. 9 - 17

Stongt millum kl. 12 - 13

Leygardag

kl. 9 - 12

SPYR BÓKAVØRÐIN

Leita tygum eftir einari bók ella øðrum bókmentaligum tilfari, so vil bókavørðurin fegin hjálpa. Skriva ein meyl til bókavørðin:

bokasavn@online.fo

Hvussu blívi eg lánari?
Ókeypis
Ókeypis

Tað er ókeypis at gerast lánari á bókasavninum. Lánarin fær útflýggja eitt lánikort, sum er persónligt, og sum ein skal hava við, tá lænt verður. Børn undir 13 ár skulu hava loyvi heimanifrá.

Lánikortið hevur lánarin sjálvur ábyrgdina av, og eisini ábyrgd av tí, ið lænt verður. Um lánikortið veður burtur verður gjald kravt fyri eitt nýtt lánikort. 15,- kr. fyri vaskin og 10.- kr. fyri børn.

Lánitíðin

Lánitíðin er vanliga ein mánaður.

Til ber at endurnýggja lánið, um eingin annar hevur bílagt bókina. Tó í mesta lagi 3 ferðir.

Bílegging

Møguleiki er fyri at bíleggja bøkur, sum eru útlæntar. Er talan um eina bók, sum bókasavnið ikki eigur ella eitt ávíst evni, ið einki er um, ber til at bíleggja tilfar frá øðrum bókasøvnum.

Bókasavnið hevur einki tilknýti til lýsingarbreddan omanfyri 

Nýggjar bøkur

Nýggjar føroyskar bøkur:

Archipowa: Og stjørnan lýsti sum ein sól, myndabók.

At lesa landið.

Berner: Vár-meldurbók, myndabók.

Bloch: Grindehvalen og Færøernes grindefangst.

Bloch: Pilot whales and the whale drive in the Faroes.

Breckmann: Sálarfrøði, yrkingar.

Dalsgaard: Børkur Hanagleiv, teknisøgur.

Dunbar: Pingvinin, myndabók.

Ensk-føroysk orðabók og Føroysk-ensk orðabók.

Gaini: Ungdómur & seinmodernitetur.

Harrison: Djórabørn.

Háberg: Frá penni Petur Hábergs, 1. bind.

Hill: Flekk svevur hjá vini sínum, myndabók.

Lagerkvist: Barabbas, skaldsøga.

Les2.

Litfagra verð, myndabók.

Lund: Fríkorter, barnabók.

Magnussen: Fiskiskipanin.

Mankell: Eldsins loyndarmál, skaldsøga.

Málmørk.

Moberg: Læn mær oyra títt.

Murakami: Sunnan fyri markið, skaldsøga.

Myllhamar: Skakandi tilburðir 2.

Niclasen: Tíðarhvarv; við 60 áramóti hjá SEV.

Nordquist: Pettson tjaldar, myndabók.

Ottesen: Stolni steinurin, barnabók.

Ryggi: Meditations on salt, yrkingar.

Simon: Herviligi Henry í spøkilsishúsinum, barnabók.

Simon: Herviligi Henry verður knappiliga ríkur, barnabók.

Skap og snið, peikibók.

Smærup Sørensen: Faroese art.

Smærup Sørensen: Færøsk kunst.

Teknarin og vinurin Ólavur.

Tórshavn byatlas.

Tórshavnar býaratlas.

Zachariassen: Samkoman bd. 1.

 

 

LJÓÐBØKUR:

Bødker: Hungursbarnið, barnabók.

Heinesen: Móðir sjeystjørna, skaldsøga.

Heinesen: Tornið á heimsins enda, skaldsøga.

Kaaberbøl: Gáva ormsins, barnabók.

Filmar til útláns

Sum nakað nýtt, hava lánararnir nú eisini møguleika at lána filmar á Bókasavninum

Fyri at geva lánaranum eina betri tænastu, hava vit avgjørt at fara undir at útlána DVD-filmar. Bókasavnið fer at leggja seg eftir at hava góðar kvalitets- og stórfilmar. Enn eru ikki so nógvir "titlar" komnir á hyllarnar, men vit keypa filmar inn við jøvnum millumbili.

Síðan er dagførd 12. mars '09 

Grækarismessa

FINN TA RØTTU BÓKINA

Er tað ein ávís bók ella tilfar eftir einum ávísum rithøvunda sum tygum leita eftir, so ber til at leita við einari leitiskipan á netinum.

Við at klikkja á

 

www.bokasavn.fo

 

koma tygum inn á leitiskipanina.

KOPIMASKINA

Bókasavnið hevur nýmótans kopimaskinu, sum til ber at brúka.

Kostnaður:

1 kr. fyri A4

2 kr. fyri A3

Lánarar hava eisini møguleika at nýta faxmaskinu og at skanna skjøl, myndir o.a.

TÍÐARRIT
Ókeypis
Ókeypis

Bókasavnið fær regluliga tíðarrit sum eisini eru til láns. Men tó bert í 14 dagar.

M.a. hevur bókasavnið hesi tíðarrit:

Bo Bedre

Kreative kvinner

Håndarbejdesbladet

Illustreret Videnskab
Ingelise

Kvinna

National geographic

Newsweek

Psykologi

INTERNET
Ókeypis
Ókeypis

Á bókasavninum er 1 telda, sum lánarar kunnu nýta ókeypis.

Teldan eru fyrst og fremst ætlað lánarum at nýta til internetleiting og til leiting á www.bokasavn.fo

Øll, sum nýta internetið á bókasavninum, eiga fyrst at biðja um tíð í avgreiðsluni. Tað ber til at bíleggja sær teldu í upp til ein tíma hvørja ferð.

 

Teldupostur
Tað ber ikki til at senda ella fáa teldupost á internettelduni uttan tú frammanundan hevur egna teldupostadressu frá teldupostveitara.
Avgreiðsla av telduposti fer fram á heimasíðuni hjá viðkomandi veitara.

 

Vanligar treytir
Vanliga kann bara eitt fólk brúka telduna í senn.
Friðarligt skal vera við teldurnar.
Tað er strangliga bannað at broyta uppsetingar
ella leggja inn nýggjar telduskráir, spøl o.tíl.

Fuglafjarðar Bókasavn . á Bug . Postboks 100 . FO-530 Fuglafjørður . tel. 737716 . e-mail: bokasavn@online.fo . www.fbs.mono.net
Lav din egen hjemmeside med mono.net // Helt gratis